Í minsta lagi 36 fólk lótu lív í russiska álopinum í gjár, sum eitt nú var vent móti ukrainska høvuðsstaðnum, Kyiv, har eitt barnasjúkrahús (mynd) varð rakt og liggur í sori.

Ein ræðulig áminning

- Eg fari at hitta ukrainska forsetan og gera honum greitt, at okkara stuðul til Ukraina er óviðkaligur, sigur Joe Biden.

Í minsta lagi 36 fólk lótu lív í russiska álopinum í gjár, sum eitt nú var vent móti ukrainska høvuðsstaðnum, Kyiv, har eitt barnasjúkrahús (mynd) varð rakt og liggur í sori.

Amerikanski forsetin, Joe Biden, hevur gjørt viðmerkingar til seinasta russiska álopið á Ukraina á alljósum degi í gjár.

- Hetta er ein ræðulig áminning um russiska brutalitetin, skrivar forsetin á X, fyrrverandi Twitter.

Í minsta lagi 36 fólk lótu lív í russiska álopinum, sum eitt nú varð vent móti ukrainska høvuðsstaðnum, Kyiv, har eitt barnasjúkrahús varð rakt.

- Tað er týdningarmikið, at heimurin heldur fram við stuðlinum til Ukraina, og at vit ikki síggja burtur frá russisku aggressiónini, skivar forsetin.

Í dag byrjar Nato-toppfundurin í Washington, har eitt nú ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, fer at luttaka.