Biden: Ukraina kann vinna á Putin við hjálp frá Vesturheiminum

Á veg út úr Hvítu Húsunum upplýsir Joe Biden, at Ukraina, við hjálp frá Vesturheiminum, kann vinna stríðið móti Russlandi.

Foto: Elizabeth Frantz/Reuters


Tað er "ein veruligur møguleiki fyri, at Ukraina kann vinna" í stríðnum móti Russlandi, um landið framhaldandi fær tann vesturlendska stuðulin, sum Biden-stjórnin hevur verið fyrimynd fyri.

Tað sigur amerikanski forsetin, Joe Biden, við tíðindafólk í Hvítu Húsunum, umleið tíggju dagar áðrenn Donald Trump tekur við embætinum.

- Putin er í truplari støðu beint nú, og eg haldi, at tað er sera umráðandi, at hann ikki fær nakra rúmd at halda fram við tí ógvusliga, sum hann heldur fram við at gera, sigur hann.

Sambært fráfarandi forsetanum skyldast trupla støðan hjá Putin millum annað, at USA og Bretland fríggjadagin settu umfatandi revsitiltøk í verk móti orkuøkinum í Russlandi. Hetta er millum annað galdandi fyri oljurisan Gazprom Neft.

Bretland heldur eisini, at revsitiltøkini leggja trýst á Russland, sigur David Lammy, uttanríkisráðharri, í eini fráboðan.

- At fara eftir russiskum oljufeløgum fer at drena krígskistuna hjá Russlandi, og hvør rupil, vit taka úr hondum Putins, hjálpir til at bjarga ukrainskum lívum, sigur hann.

 

Ritzau/AFP

 

Foto: Elizabeth Frantz/Reuters