Amerikanski forsetin, Joe Biden, hevur í dag verið ein túr til gongu í Kyiv, har hann tók øll á báli við eini vitjan, sum ikki var fráboðað frammanundan.
Tað skrivar fleiri miðlar – teirra millum BBC og The Guardian.
Vitjanin er stutt fyri ársdagin fyri kríggið.
Tað er samstundis fyrsta vitjan Bidens í ukrainska høvuðsstaðnum, síðani russiskar deildir gjørdu innrás í landið 24. februar í fjør.
Sambært almenna kalendaranum hjá forsetanum skuldi hann í døgunum upp til ársdagin vitja í Póllandi. Í staðin trein hann fram í gøtunum í Kyiv í dag.
Á Twitter hava journalistar deilt sjónbandamyndir, sum vísa Biden ganga í gøtunum í býnum. Ein mynd, sum tíðindastovan Reuters hevur almannakunngjørt, vísir Biden í sólbrillum framman fyri Sankt Michaels katedralinum í Kyiv.
Nógvir aðrir leiðarar úr vesturheiminum hava vitjað Kyiv undir krígnum.
Teirra millum franski forsetin, Emmanuel Macron, týski samveldiskanslarin, Olaf Scholz, og bretski forsætisráðharrin, Boris Johnsson eins og núverandi forsætisráðharrin, Rischi Sunak.
Eisini danska forsætisráðfrúan, Metta Frederiksen, hevur vitjað í Kyiv.
Higartil hevur Biden tó hildið seg frá at vitja høvuðsstaðin. Tí verður dagsins vitjan mett sum ein dygg staðfesting av, at Ukraina hevur fullan stuðul frá amerikanarum í stríðnum ímóti Russlandi.
/ritzau/
##med2##
##med3##
##med4##
##med5##
##med6##
##med7##
##med8##
##med9##
##med10##
##med11##
##med12##
##med13##
##med14##
##med15##

























