Biden sigur USA vera til reiðar at verja Taiwan

WASHINGTON D.C.: Skuldi kinverki herurin funnið upp á at gjørt eina veruliga innrás ella eitthvørt álop, er USA til reiðar at verja oynna ímóti Beijing.

 

Tað segði amerikanski forsetin, Joe Biden, í sendingini »60 minutes«, sum varð víst á CBS í gjárkvøldið amerikanska tíð, skrivar tíðindastovan Reuters.

Boðini frá forsetanum eru sum so ikki nýggj. Hann hevur áður givið sama lyftið á einum tíðindafundi í japanska høvuðsstaðnum, Tokyo. Men tað er framvegis ivi um, hvørt hendan fatan er í trá við viðurkenningina hjá USA av Taiwan sum verandi ein partur av Kina.

Sambært amerikanska NPR er tað harumframt amerikanskur politikkur, at tey ikki tosa alment um, hvussu USA skal svara upp á eitt vápnað stríð millum Kina og Taiwan.

/ritzau/