Í Kreml halda tey, at úttalilsini hjá amerikanska forsetanum um russiska forsetan hava minkað um møguleikarnar at bøta um viðurskiftini millum londini.
Tað sigur russiska tíðindastovan, Tass, sambært Reuters.
Amerikanski forsetin, Joe Biden, hevur vitjað í Póllandi, og tað var undir hesi vitjan, at hann kallaði russiska forsetan, Vladimir Putin, fyri slaktara.
Tá eitt tíðindafólk spurdi amerikanska forsetan, hvat hann helt um krígsførsluna hjá Vladimir Putin í Ukraina, segði Joe Biden, at "... hann er ein slaktari..."
Joe Biden er í Evropa, har hann hevur hitt sínar sameindu í Nato og aðrar sameindar í sambandi við kríggið í Ukraina.
##med2##