Biden mist oddasessin fyri fyrstu ferð

Sambært nýggjari veljarakanning liggja Bernie Sanders og Elizabeth Warren nú á odda

Fyrrverandi amerikanski varaforsetin Joe Biden hevur higartil ligið klárt á odda í teimum mongu veljarakanningunum, ið royna at spáa um hvør verður demokratiska forsetavalevnið.

Í einstøkum veljarakanningum hevur okkurt av hinum valevnunum nærkast oddasessinum, men í flestu kanningunum hevur leiðslan hjá Joe Biden verið millum 10-15 prosentstig.

Men nú hevur ein veljarakanning á fyrsta sinni víst, at Joe Biden ikki er á odda. Og tað eru ikki bara eitt, men tvey valevnir, ið nú liggja frammanfyri fyrrverandi varaforsetan hjá Barack Obama.

Í einari veljarakanning hjá Monmouth University, ið bleiv kunngjørd í gjár, fáa Bernie Sanders og Elizabeth Warren 20 prosent av atkvøðunum, meðan Joe Biden fær 19 prosent.

Tó at talan er um fyrstu ferð hann missur leiðsluna, nýtist hann ikki at falla í fátt, tí um sama mundi kunngjørdi Politico og Morning Consult eina aðra veljarakanning, ið vísti at Joe Biden hevur eina leiðslu á 13 prosentstig. Í tí kanningini fær hann 33 prosent, meðan Elizabeth Warren og Bernie Sanders fáa ávikavist 20 og 15 prosent av atkvøðunum.