Nógv eru tey um boðið, ið ynskja at gerast demokratiska valevnið til forsetavalið í USA í 2020, men longu nú tykist ein greiður favorittur at vera.
Joe Biden, sum í síðstu viku kunngjørdi at hann bjóðar seg fram sum forsetavalevni, hevur sambært nýggjastu veljarakanningini hjá CNN eina leiðslu á 24 prosentstig yvir nummar tvey.
Í kanningini, ið er gjørd millum demokratar og veljarar, ið hella til at atkvøða fyri einum demokrati, svara 39 prosent, at tey ynskja Biden sum forsetavalevni móti Donald TrumpTrump, forseta.
Í eini tilsvarandi kanning í februar, áðrenn Joe Biden kunngjørdi at hann stillar upp, vóru tað 28 prosent, ið peikaðu á fyrrverandi varaforsetan hjá Barack Obama.
Nummar tvey á listanum er senatorurin Bernie Sanders, ið eisini bleiv nummar tvey, tá Hillary Clinton vann demokratiska tilnevningina í 2016. Hann fær 15 prosent av atkvøðunum.
Umframt teir báðar hava 18 aðrir demokratar boðað frá, at teir ynskja at gerast forsetavalevni hjá flokkinum. Í hølunum á Bernie Sanders er borgarstjórin Pete Buttigieg, ið fær 11 prosent, senatorurin Elizabeth Warren við 8 prosent og síðan Beto O'Rourke og Kamala Harris við ávikavist 6 og 5 prosentum.
Sambært CNN fáa restina av valevnunum undir 2 prosent av atkvøðunum. Tað er tó ein lítil vón at hóma hjá hesum, tí sambært veljarakanningini svara 64 prosent at teimum spurdu, at tey ikki hava avgjørt hvønn tey ætla at velja.

Biden klárt á odda

