Biden hevur meirilutan av valmonnum – men hvør er leiklutur teirra?

Tað er í praksis ikki amerikonsku veljararnir, sum velja forsetan. Tað ger eitt ráð við valmonnum.

 

Næsti foresetin í USA eitur eftir øllum at døma Joe Biden.

Í dag vísa valforsøgnir frá tíðindastovuni AP, at hann vinnur týdningarmikla svingstatirn Pennsylvania við 20 valmonnum – harvið er hann farin um markið 270 valmenn, sum krevst fyri at gerast forseti.

Tað er í valmannaráðnum, at avgerðin verður tikin, hvør verður næsti forseti í USA.

Tað er tí, at úrslitini í einstøku statinum og ikki í USA sum heild eru áhugaverd, tá greiða skal fáast á, hvør skal sita á odda fyri USA frá 2021 til 2025.

Her kanst tú fáa eina fatan av, hvat valmannaráðið er:

* Tað eru 538 limir í valmannaráðnum. Hvør statur í USA hevur eins nógvar valmenn, sum staturin hevur limir í teimum báðum kømrunum í Kongressini.

* District of Columbia, har høvðusstaðurin Washington er, hevur ongar limir í Kongressini við atkvøðurætti, men hevur kortini tríggjar valmenn.

* Av tí at talið av limum í øðrum kamarinum, Umboðsmannatinginum, er ásett eftir íbúgvunum í hvørjum stati sær, hava stórir statir fleiri valmenn enn smærri statir.

* Teir minstu statirnir hava tríggjar valmenn, meðan tann størsti, California, hevur 55.

* Tað skulu 270 valmannaatkvøður til at vinna valið. Valmenninir atkvøða so gott sum altíð upp á forsetavalevnini, sum veljararnir í statinum hava givið flestar atkvøður. Men teir eru ikki allastaðni formliga tvungnir til at gera tað.

* Skipanin við valmonnum merkir, at tað valevnið við flestum atkøvðum í øllum USA ikki altíð verður forseti.

* Vinnur eitt valevni stórt í einum stati við nógvum fólkum, men tapur tepurt í fleiri minni statum, kann tað valevnið standa eftir við flestu atkvøðunen færri valmonnum.

* Tað hendi í 2016, tá Donald Trump fekk 2,9 milliónir atkvøður færri enn Hillari Clinton. Men hann vann 306 valmenn ímóti 232 til Clinton.

* Valmannaráðið í hvørjum stati hittist í desember fyri at atkvøða, og á einum felags fundi í Kongressini eftir nýggjár verður valúrsltið váttað.

* Um einki valevni fær 270 valmenn, skal Umboðsmannatingið velja millum tey trý valevnini, sum hava fingið besta valið. Hvør statur hevur ein atkvøðu. Umboðsmannatingið hevur tvær ferðir avgjørt forsetavalið. Seinast var í 1824.

Keldur: BBC, Washington Post.

/ritzau/