Amerikanski forsetin, Joe Biden, takkar týska forsætisráðharranum, Olaf Scholz, fyri stuðulin, sum Týskland letur Ukraina.
Forsetin hartar nú eisini sína egnu politisku skipan við hvøssum orðum, tí kongressin ikki hevur samtykt ætlaðu hjálpina tl krígsherjaða landið.
Joe Biden og Olaf Scholz hittust í Washington fríggjdagin.
Við týska kanslaranum við sína lið í ovalu skrivstovuni segði amerikanski forsetin, at tað nærmast er ein "kriminell forsøming", at amerikanska kongressin enn ikki hevur samtykt ein nýggjan stuðulspakka til Ukraina.
Samstundis takkaði hann Scholz fyri, at Týskland hevur tryggjað hernaðarstuðul til myndugleikarnar í Kyiv.
Á ferðini í USA hevur týski kanslarin hitt senatorar, sum bæði eru fyri og ímóti ætlaða stuðulspakkanum til Ukraina. Olaf Scholz sigur, at týski stuðulin hevur hjálpt landinum hevur hildið russum aftur.
- Nú má tað sama henda í restini av heiminum og í USA, segði týski kanslarin, sum legði dent á, at russiski forsetin, Vladimir Putin, setir sítt álit á, at stuðulin til Ukraina heldur uppat.
Tíðindastovan NTB vísir á, at fleiri royndir at fáa ein meiriluta fyri einum nýggjum stuðulspakka til Ukraina eru strandaðar í politisku skipanini í USA.