Biden: Fólkaræði er upp á spæl á miðvali

BOWIE: Undan miðvalinum í USA í dag segði amerikanski forsetin, Joe Biden, í gjár, at sjálvt fólkaræðið er upp á spæl á valinum.

 

Mark Makela/AFP/Ritzau Scanpix

– Vit vita heilt inn at merginum, at fólkaræðið er upp á spæl, og at tað er nú, at vit mugu verja tað, segði forsetin sambært tíðindastovuni AFP.

Orðini fullu á einum veljarafundi í býnum Bowie í Maryland. Har tosaði Biden á einum lærdum háskúla, sum er kendur gjøgnum søguna fyri at hava havt nógvar afroamerikansk lesandi.

Biden rekur valstríð í Maryland fyri demokratin Wes Moore. Hann er sambært eygleiðarum stórfavorittur at vinna guvernørvalið eftir republikanska Larry Hogan..

/ritzau/

 

 

Mark Makela/AFP/Ritzau Scanpix