Donald Trump og mótstøðumaður hansara á forsetavalinum, Joe Biden, liggja javnir í svingstatinum Georgia.
Tað vísa tøl frá tíðindastovuni AP, hvørs forsagnir um forsetavalið av nógvum verða mettar sum tær mest álítandi.
Klokkan trý í nátt styttist føringin hjá Donald Trump niður á færri enn 2000 atkvøður.
Tað merkir, at bæði valevni nú standa til at fáa 49,4 prosent av atkvøðunum í Georgia, og tað stendur harvið á jøvnum.
Í gjárkvøldið lá Trump á odda við umleið 14.000 atkvøðum.
Hetta fær amerikanska miðilin NPR at koma til ta niðurstøðu, at hvørki tey, AP ellar amerikanska sjónvarpsstøðir fara at útnevna nakran vinnara í statinum.
NPR skrivar, at Georgia alment fer at vátta valúrslitið 20. november.
Sambært NPR eru enn fleiri túsund atkvøður eftir at telja. Tær flestu í demokratiskum økjum, skrivar miðilin. Tað kann merkja, at Biden kann hála seg enn longur inn á Trump ella fara fram um hann.
Sambært forsøgnunum hjá AÐ er Joe Biden sera nær við at vinna valið, tá hann stendur til at fáa 264 valmenn.
Fyri at gerast forseti skal eitt valevni vinna minst 270 valmenn. Donald Trukp stendur sambnært forsøgnunum hjá AP til at fáa 214 valmenn.
Tíðliga í morgun okkara tíð verða atkvøður taldar í Georgia og í svingstatunum Nevada, Pennsylvania og North Carolina.
Biden er sambært AP á odda í Nevada, meðan hann eisini hálar inn á Trump í Pennsylvania.
Halda forsøgnirnar hjá AP, so skal Biden bara vinna ein av statunum fyri at kunna kalla seg forseta.
Tað er tó enn óvissa um teir 11 valmenninar hjá Biden, sum eru úr statinum Arizona.
Í morgun okkara tíð eru tað bara AP og Fox News, sum hava útnevnt Biden sum vinnara har, meðan fleiri aðrir miðlar og sjónvarpsstøðir bíða við at nevna ein vinnara í statinum, har tey enn telja atkvøður.
/ritzau/











