Biddararnir, sum plaga at ganga í gøtunum í miðbýnum í Oslo og biðja um pengar, hava nú fingið arbeiði.
Eitt felag kom herfyri við einum hugskoti um at geva eitt serligt biddarablað út, og hugskotið hevur víst seg at vera væl valt. Í blaðnum verður greitt frá øllum hugsandi viðurskiftum, sum hava samband við biddarar og heimleys, og evnið hevur víst seg at hava stóran áhuga ímillum fólk. Tann fyrsta útgávan bleiv prentað í 10.000 eintøkum, men tað var ov lítið, so nú er upplagið 15.000, skrivar Aftenposten.
Tað eru biddararnir, sum selja blaðið, og sjálvt um tað kostar 40 norskar krónur, keypa fólk tað fegin. Biddararnir fáa helmingin av pengunum, og teir eru ovurfegnir. Teir fegnast ikki bara um pengarnar, men siga, at teir kenna seg meiri verdar nú enn fyrr.
-Nú ganga vit og brosa, og fólk heilsa okkum, sigur ein av biddarunum við Aftenposten.