Millum allar teir mongu biddaradreingirnar, ið sita á gongubreytini framvið Union Street í Aberdeen, skilir Mark seg burturúr.
Mark sær ikki so illa út sum hinir og hevur eina snøgga nýmótans frisuru.
Vit kundu ikki bara okkum, men vendu aftur fyri at spyrja Mark, hví hann sat har.
"I?m begging"; svaraði hann smílandi óneyðuga spurningi okkara.
Vit søgdu honum, at orsøkin til at vit vendu aftur at tosa við hann var, at vit mistonktu hann fyri ikki at vera rættan biddara, men bert ein, sum vildi vinna sær eyka pening.
- Hvussu hevur tú ráð til eina so vakra frisuru, spurdu vit.
Mark flenti og streyk hendurnar gjøgnum hárið glaður um, at okkum dámdu frisuruna.
- Onkuntíð sleppi eg at sita modell, tað skal eg einki gjalda fyri, segði Mark.
Spurdur, hví hann ikki fór í skúla, so hann kundi fáa eitt vanligt arbeiði, segði Mark, at tað fór hann so skjótt, hann fekk nakað at búgva í.
- Í løtuni búgvi eg í einum bilhúsi saman við fýra øðrum dreingjum. Frá sosialu skipanini fái eg 20 pund um vikuna ? og nakað hiðani er eitt hús, har vit kunnu vaska okkum og fáa ein kaffimunn.
Mark er úr Glasgow og fyri 10 árum síðani rýmdi hann frá foreldrum sínum, bert 16 ára gamal. Mark segði, at hjá sær var einki at fara heimaftur til.
Spurdur, um hann nakrantíð hevði leitað sær hjálp í nakrari kirkju, segði Mark:
- Eg gekk í eina kirkju fyri nøkrum árum síðani, men tað var ikki nakað fyri meg.
Vit sleptu nøkrum blankum myntum í húgvuna, sum lá á gongubreytini.
"God bless you!"; heilsaði Mark okkum, tá vit spakuliga fóru víðari niðan eftir Union Street í Aberdeen.