Bíðað í tríggjar tímar

Longu meðan Vágsbøur enn var so at siga tómur, stóðu nakrar gentur fremst og bíðaðu. Tær skuldu nevniliga tryggja sær fremsta pláss til Mika.

Onki er at ivast í, at ársins høvuðsnavn er bretski popsangarin Mika. Tað eru tær fimm genturnar Laila Djurhuus, Diana Mouritsen, Elisa Maria Joensen, Elsebeth Mýlingstind og Guðrun Højgaard gott prógv um, tí tær hava staðið í ikki færri enn tríggjar tímar og bíðað á Vágsbøi.

 

- Vit vilja bara tryggja okkum tað fremsta og besta plássi, sigur Laila.

 

- Tað ger onki, at vit mugu standa her og bíða, tí soleiðis er tað, um man skal standa fremst, sigur Elsebeth.

 

Sambært teimum fimm gentunum er Mika eitt tað besta navnið, sum hevði kunnað komið á Summarfestivalin.

 

- Tá eg las, at Mika skuldi koma, skundaði eg mær at ringja til vinkonurnar og ýldi í hornið, at Mika skuldi spæla, sigur Guðrun.

 

- Um eg ikki verði hás í morgin, so er okkurt heilt galið, tí eg ætli mær at syngja og skríggja til hvønn einasta sang, sigur Elisa Maria.

 

At syngja við verður ikki nakar trupulleiki hjá teimum fimm vinkonunum.

 

- Eg dugi allar sangirnar uttanat, tí eg havi lurtað eftir hansara tónleiki, síðan eg var heilt ung, sigur Diana.

 

At tær fimm vinkonurnar fara at fáa eitt gott upplivilsi í kvøld, er nokk onki at ivast í. Um lítlan hálvan tíma, sleppa tær undan at bíða longur, tí tá trínur Mika á pallin á Vágsbøi.