Útbyggingin av Leguhúsinum í Nesvík er nú eitt stig nærri at vera veruleiki. Í vikuni varð nevniliga útbyggingin boðin út til arbeiðstakarar, ið nú fáa nakrar vikur at lata tilboð inn. Tað skrivar Trúboðin á síni heimasíðu.
- Teir hava fingið tilfarið í dag, og síðani hava teir tríggjar vikur, til tilboðini skulu vera inni. Teir fara at geva eitt tilboð uppá at byggja høllina og eitt tilboð uppá at byggja allan bygningin, sigur Niclas Davidsen, formaður í bygginevndini í viðmerking til trubodin.fo.
Talan er um eina rættiliga umfatandi útbygging í trimum stigum, ið serliga skal betra um umstøðurnar á sjálvum legustaðnum.
Leguhúsið hevur í løtuni rúm fyri 132 sovandi gestum deild á 15 kømur, meðan matsalurin hýsir bæði máltíðir og felagstiltøk. Við útbyggingini verða 12 nýggj familjukømur, nýtt felagsøki og ein kombihøll, ið skal kunnu brúkast til møtir, fyrilestrar, konsertir, spæl og ítrótt.

Mynd: trubodin.fo
Bíða nú eftir tilboðum

Mynd: trubodin.fo

Mynd: trubodin.fo

Mynd: trubodin.fo

Mynd: trubodin.fo

Mynd: trubodin.fo

Mynd: trubodin.fo