Enn er einki svar komið frá danska Udlændingestyrelsen um pappírini hjá sponsku og indonesisku manningini á Anitu.
Tað váttar Jákup Poulsen, deildarleiðari á Sýnsdeildini á Sjóvinnustýrinum.
Hann sigur, at teir fara at lata reiðaranum ein uppdateraðar lista við teimum seinastu krøvunum í dag.
Tað eru bert smáttaríir eftir, men enn bíða vit eftir svari frá Udlændigestyrelsen, sigur Jákup Poulsen.
Anita liggur enn bundin í Fuglafirði.
Vit fara umborð at kanna, um øll krøv eru uppfylt, áðrenn Anita sleppur at loysa aftur, sigur Jákup Poulsen.
Vit hava tosað við reiðaran, Søren Christiansen, men hann hevur ongar viðmerkingar. Hann bíðar eftir myndugleikunum.
Heldur ikki Jón Klein Olsen, kanningarleiðari, vil siga nakað annað enn, at tað kemur ein fráboðan frá politinum einaferð seinnapartin.










