Tað eru nógv harrans ár síðani, at sjøtul varð sett á arbeiðið at fyrireika ein golfvøll á Glyvursnesi. Nú eru allar fyrireikingarnar lidnar og í roynd og veru hevur verið klárt at fara undir arbeiðið í eini tvey, trý ár. Men hóast tað hevur verið klárt rættiliga leingi, er einki hent.
Og nú eru býráðslimir farnir at ótolnast, tí, enn er ikki eitt einasta hol gjørt á Glyvursnesi, sum tikið varð til á býráðsfundi í gjárkvøldið. Heðin Mortensen, borgarstjóri er samdur í, at málið hevur ligið alt ov leingi. Men hann ásannar, at tann einfalda orsøkin er, at golfvøllurin hevur ikki átt nakran góðan, sum hevur drivið á fyri at fáa gongd á málið.
Hann sigur, at hann hevur havt fung við Tórshavnar Golffelag og hann heldur, at frægasta loysnin er, at felagið sjálvt tekur um endan og fær gongd í ætlanina. Hann sigur, at hvørt golfhol kostar tvær milliónur, men enn bíða tey eftir tí fyrsta holinum, so hetta fer at taka sína tíð.
Ein heilur golfvøllur hevur 18 hol, men tað ber eisini til at spæla golf á hálvum vølli við níggju holum, men býráðslimir halda, at tað hevur týdning at fáa gongd á málið, fyri at ísa, at býráðið tekur tað í álvara. Men tað kann gerast í smáum, eitt hol ísenn, so tað spreingir ikki íløgukarmin hjá kommununi.
Aðrir býráðslimir halda, at tað hevur týdning at fáa gongd á golfvøllin, tí golf er ein ítrótt í rúkandi menning. Ofta eru tað fólk, sum eru væl fyri og veruleikin er, at golf-ferðafólk leggja rættiliga nógv eftir seg.