Bíða enn eftir svari

Enn er einki greitt um, nær Teistin kann koma aftur í sigling.

Enn er einki greitt um, nær Teistin kann koma aftur í sigling.

 

Azemutturin er sendur á verkstað í Aalborg, har menn hava arbeitt alt vikuskiftið.

 

- Tað hevur verið neyðugt at sent ein lut til víðari kanning á einum verkstaði í Hirtshals, og vit fáa vónandi nærri staðfest seinnapartin, um hesin luturin kann nýtast, ella vit verða noyddir at bíleggja ein nýggjan, sigur Regin I. Jakobsen, virkandi stjóri á Strandferðsluni.

 

Hann sigur, at teir samstundis kanna, um fáast kann fatur á einum alternativum skipi til Skopunar- ella Nólsoyarleiðina.

 

- Verður tað til worst-case scenario, so verður neyðugt við einari aðrari ferju, men tá verður tað ikki til 10.000 krónur um dagin, sigur Regin I. Jakobsen.

 

Men enn bíða teir eftir, hvørjar lutir teir skulu bíleggja, og tað vónar stjórin verður greitt seinnapartin í dag.