Drápsmálið í Hvalba í august mánað síðsta ár, tá ið ein 36 ára gamal maður bleiv stungin til deyðis í einum sethúsum, kemur kanska fyri rættin fyri summarfrítíðina. Ein 23 ára gamal maður hevur sitið varðhaldsfongslaður síðani hendingina.
Hildur Hentze, politikommiserur, sigur, at í løtuni verður bíðað eftir mentalkanningini av skuldsetta manninum.
- Vit eru sum so liðug við sakina frá okkara síðu. Tá ið mentalkanningin er klár, verður hon saman við sakini send til Retslægerådet í Danmark til eina úttalilsi. Hetta kann taka upp til 6-8 vikur, men tað kann eisini ganga skjótari. Vit vóna tó, at málið kemur fyri í rættinum síðst í juni mánað, sigur Hildur Hentze, politikommiserur.