Landsliðsvenjararnir og hjálparfólkini hjá U19 landsliðnum náddu ikki at syngja tjóðsangin til dystin móti Russlandi í Belfast í gjár. Stadiumspeakarin var so skjótur at trýsta á play, at føroysku venjararnir og hjálparfólkini ikki vóru komin upp á pláss, tá føroyski tjóðsangurin bleiv spældur.
Tá vóru góð ráð dýr. Tvey valdu at steðga á og syngja við. Síðani royndi tey at renna upp á pláss áðrenn russiski tjóðsangurin bleiv spældur, men aftur var stadiumspeakarin skjótur á knappinum og trýsti á play.
Á myndini síggja føroysku venjararnir og hjálparfólkini royna at sníkja seg upp á pláss, meðan tjóðsangirnir blivu spældir. Tíverri tapti føroyska liðið heili 7-0 fyri Russlandi.










