Í sambandi við hátíðarhaldið av 500 árinum fyri reformatiónina verður skipað fyri ymsum tiltøkum næstu vikuna.
Fyrsta tiltakið – fýra framsýningar – verður í morgin, sunnudagin, klokkan 15 í Norðurlandahúsinum, tá framsýningin veðrur sett í Klingruni. Hanna Jensen, løgtingskvinna og forkvinna í mentanannevndini hjá løgtinginum, setir framsýningina, sum er í fýra pørtum.
Fyrsti partur er framsýning av Bíblium. Hetta eru Bíbliur, sum eru givnar út síðani reformatiónina – heilt fram til okkara dagar. Eisini eru nakrar postillur og katekismur og ein Isagoge hjá Peder Palladius frá 1573, sum varð prentað í Wittenberg. Philip Melancthon hevur skrivað fororðini. Tað var Peder Palladius sum innsetti fyrsta biskupin í Føroyum, Jens Gregersøn Riber 1. apríl 1540. Alt tilfarið er úr Bíbliusavninum hjá Peturi Martin Petersen í Fuglafirði.
Mánadagin 23. oktober, hósdagin 26. oktober og fríggjadagin 27. oktober klokkan 17 til 18.00 greiða Elsa Funding og Petur Martin frá um Bíbliuframsýningina í forhøllini í Norðurlandahúsinum.
Vit venda aftur til hinar framsýningarnar seinni.