Bíblian tøk hjá teimum blindu

Nýggja heimasíðan hjá Bíbliufelagnum gevur blindum og sjón- og lesiveikum møguleikan at hoyra upplestur úr Bíbliuni.

Føroyska Bíbliufelagið hevur júst avdúkað nýggja heimasíðu. Dentur hevur verið lagdur á at gera heimasíðuna so brúkaravinarliga sum gjørligt. Hon er løtt at ferðast á og hevur allar hentleikar og tænastur, sum ein heimasíða skal hava í dag.

 

Á nýggju heimasíðuni ber til at lesa og hoyra upplestur (teldutalu) av Bíbliuni, soleiðis at blind, sjón- og lesiveik hava møguleika at hoyra.

 

Umframt Bíbliuna er eisini upplýsandi tilfar, leinkja til nýggju bíbliu-appina og bíbliu-lesiætlan at finna á heimasíðuni.

 

Tíðindi og granskingarúrslit frá bíbliuarbeiðnum úti og heima verða javnan løgd á heimasíðuna.



- Á síðuni verður eisini regluliga kunnað um tær verkætlanirnar, sum Bíbliufelagið arbeiðir við, bókasøla við bíleggingarmøguleikum, myndasavn o.m.a, skrivar Bíbliufelagið í tíðindaskrivi.