Leygardagin 5 mars opnaði skóghandilin Bianco á niðastu hædd í Handilskjarnanum.
Handilin er rúmligur, ljósur og at alt er pent sett upp - sum Bianco handlarnir vanliga eru í útlondunum. Og sum í øðrum Bianco handlum, er eitt stórt úrval av modernaðum skóm í alskins litum.
123 Bianco handlar eru runt í heiminum í Danmørk, Føroyum, Íslandi, Noregi, Svøríki, Finnlandi, Týsklandi, Póllandi og í Russlandi.
Fyrsti Bianco handilin varð stovnaður í Danmørk í1987 av Helle og René Piper Laursen.