Bianchi til City-álopið

Hóast hann hevur vant undir Svenn Gøran Eriksson seinastu vikuna, so verður tað ikki lætt hjá Christian Restorff Mouritsen at vinna sær pláss í álopinum hjá liðnum. Fyrsta keypið hjá svenska venjaranum verður eftir øllum at døma italski framherjin, Rolando Bianchi. Bianchi var besti málskjúttin í seriu A í fjør, og fleiri av europisku stórfeløgunum hava ligið framvið í royndunum at tryggja sær undirskrift hansara. Manchester City skal rinda á leið 90 milliónir kr. til Reggiana fyri spælaran.