Onnur semifinalan í tónleikakappingini GBOB verður í kvøld, og millum nøvnini eru okkara egnu Boys in a Band
Fyrsta av tveimum GBOB-semifinalum var hildin í gjár, har m.a. bólkurin Cliff Clavin úr Íslandi kom víðari. Í ár er kappingin skipað soleiðis, at tvær ´semifinalur´ eru fyrst og síðani ein endalig finala. Sjey bólkar koma víðari úr hvørjari semifinalu og kappast síðani í høvuðsfinaluni, ið verður hildin í morgin.
Í kvøld er so seinna semifinaluumfarið á skránni og millum luttakararnar eru Boys in a Band (BIAB), ið ognaðu sær hetta plássið við at vinna tjóðarfinaluna fyrr í ár.Teir skulu kappast móti bólkum úr m.a. Danmark, Noregi og USA.
Sjáldan hevur ein føroyskur bólkur gjørt so nógv um seg innan eitt so stutt tíðarskeið sum BIAB. Orkubumban úr Gøtu hevur trumlað seg fram bæði í Føroyum og útlondum við sínum pumpandi kovboyrokki. Vónandi gera hon eisini tað í London í kvøld.
Vitja heimasíðuna hjá GBOB<a> <b>Vitja BIAB á MySpace<a>










