Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í mentamálum, hevur nú lagt uppskot fyri Løgtingið, har hann biðjur um 64 milliónir krónur afturat til skúladepilin í Marknagili.
Upprunaliga skuldi hann kosta 391 milliónir, men hann vísti seg at verða nógv dýrari.
Síðani er skarvað av ætlanini, men nú slepst ikki longur, uttan at talan verður um ein heilt annan skúla.
Og nú vísir tað seg, at prísurin verður 455 milliónir krónur, ella 64 milliónir meiri enn upprunaliga ætlað.
Og tað er hetta, landstýrismaðurin nú biðjur Løgtingið samtykkja at játta.
Tær sparingar, sum eru gjørdar, er, at skúlin verður 2000 fermetrar minni enn ætlað. Ein avleiðing av tí er, at skúlastovurnar, sum skuldu vera 69,4 m2, nú verða 65,5 m2.
Samstundis verður bygningurin 3,8 metrar lægri og ein installatiónsbygningur, ið skuldi vera frá skúlanum, verður sleptur og lagdur inn í verandi høvuðsbygning.
Eini 20% av glassíðuni verða skift um við annað tilfar og ein bíligari ventilatiónsskipan verður sett í.
Somuleiðis verða færri streymboksir og tilfar í gólvi veggjum verður bíligari.
Harafturat skulu so 60 milliónir brúkast til innbúgv, so tilsamans fer skúladepilin at kosta 515 milliónir.
Lagt verður afturat, at tríggjar milliónir skulu brúkast til list at prýða skúlan við.
Fyri at bøta um fíggingina, er ætlanin at selja hallirnar hjá Tekniska Skúla, tær eru mettar at vera 37 milliónir verdar, og at selja bygningin hjá Handilsskúlanum, sum er mettur at vera 34 milliónir verdur.
Eftir ætlan verður Skúladepilin liðugur í 2016.