? Eg haldi tað ikki vera neyðugt at seta tingið ein sunnudag. Tí fari eg at heita á tingformannin um at lata vera, sigur Jenis av Rana.
Jenis av Rana úr Miðflokkinum er samdur við grundgevingunum hjá Hendriki Old. Men hann hevur kortini ikki gjørt av at boykotta tingfundin og skrúðgonguna.
Jenis av Rana sigur seg rokna við, at tingformaðurin fer at flyta tingfundin til mándagin eftir ólavsøku. Men um formaðurin ikki ger tað, fer hann at umhugsa, um hann skal møta til fundin sunnudagin.
? Sum sagt eri eg samdur við grundgevingunum móti at seta tingið sunnudag. Men eg haldi tað vera løgi, at tingmenn brádliga eru í øðini um hetta. Tí tá eg áður havi boðað frá, at eg haldi tað vera skeivt, at samgonga og andstøða spæla fótbólt móti hvørjum øðrum sunnudag og tí ikki vil møta, hava tingmenn verið í øðini um tað. So eg má bara staðfesta, at tað finnast nógvir hyklarar, sigur Jenis av Rana.









