Nógv fólk hava longu tryggjað sær pláss til tjaldið, bátin ella húsvognin á Summar Festivalinum, og Norðoya Kunningarstova heitir nú á fólk um at biða um pláss sum skjótast.
Áhugin fyri Summar Festivalinum er sera stórur, og tað merkja tey eisini á Norðoya Kunningarstovu, har tey umsita plássini til tjøld, húsvognar og bátar á Summar Festivalinum.
Longu nú hava sera nógv fólk tryggjað sær pláss til tjaldið, bátin ella húsvognin, men á Kunningarstovuni ivast tey ikki í, at enn fleiri fara at biða um pláss.
Fyri at tryggja, at plássini verða væl býtt, og arbeiðið verður væl skipað, heitir Kunningarstovan nú á fólk um at biða um pláss í seinasta lagið mánadagin 4. august.
Summar Festivalurin verður hildin í døgunum frá 7. til 9. august.