Andrass Skaalum, Tórshavn, valevni til Umboðsráðið fyri Ognarfelag Tryggingartakaranna
------
Komandi tvær vikurnar verður val til umboðsráði fyri Ognarfelagið Tryggingartakaranna.
Eg eri valevni og havi áhuga at verða við í Umboðsráðinum fyri Ognarfelagið Tryggingartakaranna og at arbeiða við uppgávum har, til frama fyri teg sum tryggingartakara, fyri felagið og samfelag okkara.
Niðanfyri er í stuttum nøkur av málum, eg vil virka fyri:
• Betri gjøgnumskygni so tryggingartakarin fær innlit og kann fylgja við.
• At vit vísa virðing - fyri fakinum, tryggingartakaranum og starvsfólkunum.
• At kapping framhaldandi er á tryggingarmarknaðinum.
• At vit javnan máta og dagføra dugnaskap okkara í mun til bestu aktørarnar á marknaðinum (Benchmarking).
• At smærri íleggjarar fáa arbeiðsfrið og ognarfelagið arbeiðir har aðrir ikki røkka.
• At virksemið í mesta mun kemur føroyska samfelagnum tilgóðar.
• At umsita ognir við dugnaskapi og virðing fyri tryggingartakarunum.
Tað vildi glett meg at fingið høvið at umboða teg og fingið tína atkvøðu til Umboðsráðið, at arbeiða við hesum málum í samtakinum.
Tey, sum hava onkra trygging hjá “Tryggingarfelagið Føroyar” pr. 01. januar í ár, hava rætt at atkvøða.
Tryggingar kunna vera bilur og onnur akfør, hús, innbúgv, bát, neyst, ferðatrygging, vanlukkutrygging, familjutrygging, hjálparfólkatrygging og annars ymsar aðrar vinnutryggingar.
Atkvøðuseðilin kemur ikki av sær sjálvum, tú skal biðja um at fáa hann sendandi, fyri at tú kann atkvøða.
»Sjáldan fast tað í lag, ið kemur í drag«, tí er umráðandi at fáa hetta avgreitt beinan vegin.
Eg vil við hesum biðja um tín stuðul til Umboðsráðsvalið J.