- Er tað nakar, sum vil varðveita Faroe Jet, er tað eg.
Bjarni, landsstýrismaður í vinnumálum sigur, at tað er ongin heitari talsmaður fyri kapping í føroyaflúgvingini enn hann sjálvur.
Tí er hann ikki samdur í atfinningunum frá Faroe Jet, tá ið sagt verður, at tað almenna ger alt ov lítið fyri at stuðla nýggja flogfelagnum.
- Í sambandi við Faroe Jet havi eg gjørt nakað, eg ongantíð havi gjørt fyrr. Og tað er at handa øllum landsstýrismonnum skriv, har eg heiti á teir og teirra aðalráð um at brúka Faroe Jet, har tað yvirhøvur ber til, ikki minst Almanna- og heilsumálaráðið, ið flýgvur nógv við sjúklingum.
Men ein vansi við Faroe Jet er, at fráferðirnar passar illa til almennan flutning.
- Felagið flýgur á miðdegi, men Atlantsflog flýgur um morgunin og heim um kvøldið og tað avmarkar møguleikarnar at brúka Faroe Jet.
Hann vísir í hesum sambandi á, at Fíggjarmálaráðið hevur álagt almennum starvsfólki, at tá ið tey fara uttanlands, skulu tey fara um morgunin og koma aftur um kvøldið, har tað yvirhøvur ber til, fyri at spara gisting uttanlands.
- Hetta avmarkar møguleikarnar at brúka Faroe Jet, tí vit kunnu ikki áleggja umsitingini at brúka eina dýrari loysn enn neyðugt.
Annars staðfestir Bjarni Djurholm, at størsta aktiv í flogferðsluni er, at vit hava fingið eitt flogfelag afturat.
Hann staðfesti eisini at Vinnumálaráðið brúkti Faroe Jet, tá ið tað yvirhøvur læt seg gera.
Men hann staðfesti eisini, at ein fortreyt fyri kapping á økinum, er, at Atlantsflog verður einskilt.
- Tilgongdin at einskilja Atlantsflog byrjaði áðrenn nakar hevði hoyrt um Faroe Jet.
- At vanlukkan á Stord so elvdi til, at stígur kom í enskiljingina, er ein onnur søga, men tað kunnu politikarar ikki lastast fyri.
Bjarni Djurholm sigur, at møguleikarnir at stýra loftferðsluni, eru avmarkaðir.
- Innan loftferðslu hava vit onki, sum minnir um fjarskiftiseftirlitið á fjarskiftisøkinum og tí hava vit ongan myndugleika, sum kann áleggja Atlantsflogi at bera seg at á ein ávísan hátt.
Tí helt hann, at atfinningarnar frá Faroe Jet ímóti almenna myndugleikarnum, eru ósakligar.
Tað eydnaðist hvørki at fáa eina viðmerking frá nevndarformanninum alla marknaðarleiðaranum í Atlantsflogi, áðrenn blaðið fór til prentingar










