Biðjur floksfelagar sláa kalt vatn í blóðið

? Útbyggingin á havnalagnum í Havn er fult forsvarlig og trupulleikarnir eru ikki størri enn so, enn at teir eru til at liva við, sigur Leivur Hansen, býráðslimur

Havnaútbygging

Tórshavn: Hetta er ein loysn, sum er fult forsvarlig og hetta er hartil ein lutfalsliga bílig loysn.
Leivur Hansen, býráðslimur í Havn, heldur, at tað er ongin sum helst orsøk hjá teimum báðum floksfeløgunum hansara, Hilduri Eyðunsdóttir og Jógvani Arge, at ivast í teirri útbyging, sum nú verður gjørd á havnalagnum í Havn fyri at gera atløgupláss fyri nýggju Norrønu og nýggju suðuroyarferjuni.
Sum greitt er frá omanfyri, hevur Hildur Eyðunsdóttir heitt á borgarstjóran um at taka havnaútbyggingina til viðgerðar í býráðnum, tí hon ivast í, um tað er rætt at gera hana og floksfelagi hennara, Jógvan Arge, tekur fult undir við henni.
Tjóðveldisflokkurin hevur ein lim í havnanevndini hjá býráðnum, sum leggur arbeiðið til rættis. Tað er Leivur Hansen og hann heldur, at Hildur Eyðunsdóttir og Jógvan Arge, og øll onnur, sum ivast, skulu sláa kalt vatn í blóðið, tí havnaútbyggingin er væl undirbygd.
? Kanningarnar hjá Landsverkfrøðinginum, sum Hildur Eyðunsdóttir sóknast eftir, eru gjørdar. Og tær vísa, at trupulleikarnar verða ikki størri enn so, enn at teir vera til at liva við.

Hava havt holla ráðgeving
Leivur Hansen vísur á, at kommunan hevur havt holla ráðgeving í málinum , har bæði atløguviðurskiftini og ferðsluviðurskiftini eru løgd inn á teldu, so at tað fæst ein heilt neyv av viðurskiftunum.
?Hesar teldusimuleringar vísa, at verður dýpd framvið Tinganesi, er ongin trupulleiki hjá nýggju suðuroyarskipinum at manøvrera inni í Tórshavnar Havn. Tað váttaði skiparin á Smyrli eisini, tá ið royndirnar vórður gjørdar og Leivur hansen skilir ikki, hví stjórin hjá honum so skal ivast.
Ferðslusimuleringar vóru gjørdar við eini ferðslu, sum var 10% størri, enn hon er nú.
?Tær vístu, at trupulleikarnir við ferðsluni til og frá nýggju Norrønu eru ikki størri enn so, enn at teir eru til at liva við.
Kanningarnar vísa eisini, at táið Smyril og Norrøna koma á Havnina ísenn, vísa royndirnar, at mánamorgun og fríggjamorgun verða ongir trupulleikar, men at tað helst verða trupulleikar mikudag seinnapart. Men heldur ikki hesir trupulleikar eru størri enn so, enn at teir eru til at liva við og teir vera bara í summarhálvuni.
?Sostatt eru viðurskiftini kannað til botns og tað er ongin orsøk at ivast í útbyggingini.

Kostar hundraðtals milliónir
Leivur Hansen sigur, at skal Sund gerast til samferðsluhavn, krevur tað útbygging fyri hundraðtals milliónir, heldur enn tær 60-70, sum hendan kostar.
Á Sundi verða tað dagar, har tað ikki ber til hjá skipunum at leggja at. Og vit mugu hava eina samfersluhavn, har skipini kunnu liggja í øllum vanligum veðri, og skal tað gerast á Sundi, krevur tað útbyggingar fyr hundraðtals milliónir.
? Og tá ið Tórshavnar Kommuna skal gjalda alt sjálv, kann ongin áleggja henni eina ógvuliga dýra loysn, framum hesa loysnina, sum er lutfalsliga bílig og ikki elvir til størri trupulleikar enn at teir eru til at liva við.
Hann sigur, at hann hevur skilt, at tað eru ongir trupulleikar av at dýpa framvið Tinganesi, tí tað fer ikki at síggjast og tað fer ikki at nerva Tinganes omaná.
Og at nakað skal sprongjast burturav Skansanum kennir hann onki til og hann veit ikki, hvaðani floksfelagin í býráðnum hevur tað frá.
Leivur Hansen sigur, at simuleringarnar vístu, at tey fyrstu árini verða trupulleikarnir við ferðslu ikki so stórir, at teir ikki ber til at liva við teimum.
Men í longdini hugsar býráðið sær, at farmaflutningur í størri mun skal flytast inn á Kollafjørð, so at Tórshavnar Havn í størri mun verður samferðsluhavn burturav og tí væntar hann ikki, at trýstið verður so stórt um nøkur ár, hóast ferðslan fer at veksa, tí tað fer at bera til at veksa um samferðsluhavnina so hvørt