Ingi Olsen er ein av spælarunum, sum hevur verið við at myndað besta liðið hjá VÍF í nógv ár. Sjálvt um hann ikki var á vøllinum sunnudagin orsaka av einum skaða, so var hann partur av VÍF-liðnum.
Sum nógvir aðrir vestmenningar, so heldur hann eisini, at dómaraásetingarnar eru rættiliga óhepnar. Vita hava eitt altjóða par, men velja nærum ikki at nýta tað til finalurnar.
- Man má undrast á, at uttanveltaðir dómarar ikki døma finaluna. Eg haldi, at dómarafelagið biður um rok, tá man setir tvey pør, sum hava tilknýtið til Kyndil, at døma allar tríggjar finaludystirnar, tá hetta kann umgangast, ella at dómarafelagið ikki velur at nýta altjóða dómaraparið meira.
Útlendskt dómarapar
Eftir fyrsta finaludystin millum Kyndil og VÍF hevði venjarin hjá Kyndli, Jónleif Sólsker, at harða og kontanta verjuspælinum hjá VÍF, og hetta skilir Ingi einki av. Fyri honum er tað sum at kasta við steinum, tá man sjálvur býr í einum glashúsi.
- Eg haldi tað vera keðiligt, at venjarin hjá Kyndli fær tað at ljóða so, tí hetta er also ikki heilt rætt. Lars hevur ikki givið okkum nøkur sum helst boð um at fara á vøllin við tí fyri eyga at verja ljótt.
Ingi heldur annars, at tað hevði verið eitt avbera gott hugskot at fingið eitt dómarapar úr øðrum landi heim at dømt seinnu finaluna.
- Ja, eg haldi, at tað hevði verið eitt avbera gott hugskot við dómarapar úr øðrum landi, tí so kundi man fingið fokus aftur á hondbóltin.
Spælið var ikki nóg gott
Ingi var sum heild ikki so væl nøgdur við dømingina í fyrsta finaludystinum, men hann sigur, at hetta skal ikki vera ein umbering fyri spælið hjá vestmenningum.
- Nei, hetta skal ikki vera nøkur umbering, tí okkara spæl var ikki nóg gott á degnum. Har er nógv, sum vit skulu bøta um til næsta dystin, men tað skal nokk fara at ganga, sigur Ingi Olsen at enda. Hann væntar eisini sjálvur at vera klárur til dystin í Vestmanna leygardagin.