- Biðja og syngja í mótmæli móti hjúnabandslógini

Fólk, ið umboða kirkjur og samkomur í landinum, bjóða inn til mótmælisgongu í samband við hjúnabandslógina.

Í dag klokkan 13.00 fara fólk, sum siga seg umboða kirkju og samkomur kring landið, at skipa fyri mótmælistiltakið, har tey vilja vísa sína hugsan í hjúnabandslógini. Helgi Abrahamsen er ein av fyrireikarunum. 

 

 

 

Á Facebook skrivar hann, at í samband við triðju viðgerð av hjúnabandslógini verður tiltakið á Tinghúsvøllinum, og endamálið er at vísa Føroya Løgtingi teirra støðu í málinum. 

 

 

 

- Vit vilja vísa, at vit eru samd við biskupi í, tá ið hann sigur: "Biskupur er í síni trúgv gróðursettur í tí klassisku fatanini av hjúnalagnum, at tað er liður í Guðs skapan og ein skipað samvera millum mann og kvinnu.", skrivar Helgi Abrahamsen á Facebook. 

 

 

Skráin er hendan: 

Vælkomin
Felagssangur: Boðar tú til allar tjóðir
Kunning um tiltakið
Biðja Faðir vár
Tjóðsangurin

 

 

Fyrireikararnir, ið umboða kirkjur og samkomur í Føroyum vóna, at fólk møta fjølment.