Biðja Obama broyta vápnalógina

Á heimasíðuni hjá Hvitu Húsunum hava meiri enn 160.000 fólk skrivað undir eina áheitan á Barack Obama, forseta um at koma við einari lóg, sum skal avmarka møguleikarnar hjá fólki at fáa fatur á vápnum.

Upprunin til áheitanina er hendingin í býnum Newtown fríggjadagin, har ein 20 ára gamal maður skeyt 20 børn og seks vaksin í einum skúla.

Tá Barack Obama var í Newtown sunnukvøldið, segði hann, at USA kann ikki góðtaka fleiri hendingar av hesum slagnum, og at tað tí verður neyðugt við broytingum. Hann lovaði, at hann fer at gera alt, sum stendur í hansara makt, fyri at forða fyri fleiri slíkum hendingum.

Talsmaðurin hjá Hvítu Húsunum hevur ikki sagt, hvørji tiltøk forsetin ætlar at seta í verk.