Biðja Løgtingið halda fingrarnar vekk

Nú hava 25 fakfeløg heitt á Løgtingið um ikki at gera seg inn á rættindini hjá fakfeløgunum.

Tað siga tey í eini yvirlýsing, sum er send Løgtinginum í dag.

Tað, hesi 25 fakfeløgini sipa til, er at samgongan hevur lagt uppskot fyri Løgtingið um at fakfeløg, sum ætla sær í verkfall, skulu hava skyldu at boða frá tí minst 48 tímar frammananundan.

Samstundis ætlar samgongan nú at fáa Løgtingið at lóggeva um fasta gerðarrættin, sum er settur at loysa ósemjur á arbeiðsmarknaðinum.

Men hesum mótmæla fakfeløgini tí tey siga, at hetta er ikki ein spurningur, politikararnir hava nakað sum helst at gera og tí skal Løgtingið halda fingrarnar vekk.

- Tað er týdningarmikið, at tingið ikki blandar seg upp í verkfallsrættin, siga fakfeløgini.

Tí má uppskotið um semingslóg broytast, tí tað gongur ímóti siðvenju og frælsa samráðingarrættinum á føroyska arbeiðsmarknaðinum

- Arbeiðsgevarar og fakfeløg hava altíð viðurkent, at spurningurin um fráboðanarfreistir í sambandi við verkfall ella verkbann, er ein samráðingarspurningur, siga tey 25 fakfeløgini.

Tey siga, at Fasti Gerðarætturin viðger í løtuni spurningin um ein slík fráboðanarfreist skal galda.

Ætlanin hjá samgonguni leggur seg tískil eisini út í eitt rættarmál um tíðarfreistir hjá Fasta Gerðarrættinum, siga fakfeløgini.

Hetta er ein beinleiðis uppílegging í frælsa samráðingarrættin, siga feløgini.

Feløgini vísa á, at sera fá verkføll hava verið á arbeiðsmarknaðinum í Føroyum, tí partarnir báðir hava kent ábyrgd, og havt ein vilja at loysa tær samráðingartrætur, sum hava stungið seg upp.

- Blandar løgtingið seg uppí, so verður javnvágin millum samráðingarpartarnar skeiklað.

- Tað er óneyðugt at blandað spurningin um Fasta Gerðarrættin upp í semingslógina. Skipanin við Fasta Gerðarættinum er ein avtalað skipan og hoyrir ikki heima í eini lóg.

Tey 25 fakfeløgini heita tískil á Løgtingið um at strika greinina um fráboðanarfreistina, og at taka partin um Fasta Gerðarrættin úr lógini.

Tey 25 fakfeløgini, sum hava skrivað undir, áheitanina á Løgtingið, eru Bioanalytikarafelagið, Ergoterapeutfelagið, Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, Føroya Arbeiðarafelag, Føroya Lærarafelag, Føroya Fiskimannafelag, Føroya Tekniska Lærarafelag, Føroya Pedagogfelag, Fysioterapeutfelagið, Havnar Arbeiðskvinnufelag, Havnar Handverkarafelag, Havnar Arbeiðsmannafelag, Heilsuhjálparafelagið, Heilsurøktarafelagið, Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag, Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag, Kost og Føðslufelag Føroya, Landsfelag Handverkaranna, Ljósmøðrafelag Føroya, Maskinmeistarafelagið, Starvsmannafelagið, Starvsfólkafelagið í Bank Nordik, S&K, Yrkisfelagið Miðnám og YTF.