Tað er sjálvsagt, at Javnaðaflokkurin hevur mist sítt trúðvirði og tað er ein stórur trupulleiki. Tað ásannar John Johannessen, politiskur formaður floksins í Rás2 nú á miðdegi.
Men hann heldur ikki, at tað er nøkur orsøk at biðja Gerhard Lognberg um umbering fyri tiltiknu eftirlýsingina nú ein dagin, har javnaðartingmaðurin úr Skopun var biðin um hedur at koma til arbeiðis í flokkinum enn at finnast at floksfeløgunum í fjølmiðlunum.
Eftir hansara tykki er tað harmiliga, at tað ongantíð ber til at seta seg niður í flokkinum at kjakast um ymisk viðurskifti og føra síni sjónarmið fram, heldur enn at skjóta eftir floksfeløgunum í fjølmiðlunum.
Hann sigur, at teir trupulleikar, sum flokkurin hevur rent seg í, hevur máað støðið undan trúvirðinum hjá flokkinum.
Men hann heldur, at vegurin burtur úr tupulleikanum er at seta greiðar rammur upp fyri politikkin hjá Javnaðarflokkinum, út frá grundsjónarmiðunum floksins, og at vísa á, at tað er hiðani, at arbeitt verður, eisini tá neyðugt er at gera neyðsemjur.
- Tað mest umráðandi er at ramma politikkin inn, so øll vita, hvat Javnaðarflokkurin stendur fyri, og at flokkurin tískil hevur greiða linju og ikki passa allar skógvar og tí verður identitetsleysur, sigur John Johannessen.