"Jødar mugu standa saman", "Ein og hvør skal hjálpa bróðuri sínum" og "Brøður jøda mugu vera sterkir".
Hetta vóru nøkur av orðunum á plakatum, sum sunnudagin vóru at síggja uttan fyri matstovuna í Jerusalem, har ein palestinskur sjálvmorðsbumbumaður sprongdi seg í luftina leygarkvøldið og tók ellivu ísraelsmenn við sær í deyðan.
Matstovan er tætt við París-staðið, har ísraelsmenn, sum eru ímóti ófriðinum plaga at ganga friðargongu, og fleiri av gestunum á matstovuni vóru júst komnir frá einum tílíkum friðartiltaki, tá tann palestinski sjálvmorðsbumbumaðurin fór upp í røðina uttan fyri dyrnar.
Fuad Horani var úr einari flóttafólkalegu sunnan fyri Betlehem, og eingin av gestunum óraði ilt, tá hann kom til matstovuna og fór upp í røðina. Brádliga sprongdi hann bumbuna, sum hann hevði uppi á sær. Spreingingin var so sterk, at matstovan varð fullkomuliga oyðiløgd.
Álop neyðug
Tey flestu, sum vóru komin saman uttan fyri matstovuna sunudagin, tóku undir við, at ísraelski herurin skal halda fram við álopunum á palestinar, og at herurin eigur at fara harðliga fram.
- Teir royna at beina fyri ísraelska viljanum, men tað fer ongantíð at eydnast teimum. Ongantíð. Eg búgvi her, og her ætli eg mær at verða verandi, segði tann 26 ára gamli Nachman Rosenberg. Hann og 22 ára gamla kona hansara vóru komin at biðja fyri teimum ellivu, sum doyðu í spreingingini, og tey vóru á einum máli um, at áhaldandi álop á palestinararnar er tað einasta, sum kann tryggja varandi frið.
Tveir studentar á lærda hebraiiska háskúlanum í Jerusalem, sum eisini vóru komnir at biðja uttan fyri matstovuna, høvdu somu áskoðan:
- Vit noyðast at rudda borðið, áðrenn talan kann verða at fara undir samráðingar. Tað merkir, at vit noyðast at útrudda yvirgangin fyrst, søgdu teir.
Júst spurningurin um samráðingar verður høvuðsboðskapurin hjá amerikanska semingsmanninum, Anthony Zinni, sum kemur til Miðeysturs seinni í vikuni. Hann er fyrr farin tómhentur heimaftur, og tað eru fleiri, sum halda, at ferðin hesaferð er miseydnað longu frammanundan.
Aðrir eygleiðarar halda, at ein ávís vón er, eftir at bæði USA og ES hava víst størri vilja til at fáa enda á kreppuni.