Biðja fast hvønn týsdag

Keldan: Hvørt mánakvøld skipar samkoman í Skálafirði fyri felags bønarmøti.

Her verður biðið fyri samkomuni, leiðsluni, Ísrael og Føroyum, men týsdag verður eisini skipað fyri serstøkum bønardøgum. Her verða betri stundir givnar at biðja fyri ávísum bønarevnum. Byrjað verður kl. 10 á morgni og halda tey á, inntil fólk fara til hús. Um fólk hava bønartørv kann hesin verður lagdur fram umvegis alnetið. Á heimasíðuni hjá samkomuni kann ein nevniliga skriva sítt bønarevni, sum tað síðani verður biðið yvir.