Miðskeiðis í apríl fer Føroya Symfoniorkestur at spæla konsertir í Norðurlandahúsinum fyri børn.
Men í hesum sambandi mangla tey nøkur heilt óvanlig ljóðføri, og nú royna tey at vita um tað ikki ber til at fáa tey til láns frá onkrum.
Eitt tey mangla, er ein Nindendotelda og annars sóknast tey eftir eini gamlari skrivimaskinu, sum ikki skal vera elektrisk. Og harumframt leita tey eisini eftir einari gamlari klokku av tí slagnum, sum plaga at liggja í móttøkum á hotellum, og aðrastaðni, men heldur ikki hon skal vera elektrisk.
Hóast ljóðførini eru sermerkt, hava tey ein stóran leiklut í tónleikinum, sigur symfoniorkestrið og tí vóna tey, at onkur fær hjálpt teimum og latið teimum hesar lutirnar til láns í nakrar dagar. So skuldi ligið inni við slíkum, er bara at siga frá.
Tað, tey fara at spæla, er eitt tónleikaverk í kallast The Typewriter, ella skrivimaskinan og so fara tey eisini at spæla tónleik, sum er við kenda telduspælinum, Super Mario Bros.
Konsertirnar eru fyri børnum í barnagarðsaldri og skúlabørnum í aldrinum frá trý til 10 ár. Talan er um tær ókeypis barnakonsertirnar, sum symfoniorkestrið plaga at hava, og hesa ferð verða tær í døgunum 11-13 apríl, men brúk verður fyri ljóðførunum í seinasta lagi 9. apríl. Hesar dagarnar verður eisini ein almenn konsert, men hon er ikki ókeypis.