Foreldrini hjá ensku smágentuni Madeleine McCann, sum hvarv í Portugal fyri fýra árum síðani, hava nú biðið David Cameron, forsætisráðharra um hjálp. Tey vilja hava stjórnarleiðaran at skipa fyri einari óheftari kanning, sum skal royna at greina, hvat veruliga hendi, tá Madeleine hvarv. Samstundis krevja tey, at alt tilfar í sambandi við málið verður lagt fram fyri almenningin.
Áheitanina á forsætisráðharran hava tey skrivað honum í einum brævi, sum tey valdu at almannakunngera í blaðnum The Sun. Tað er ikki greitt, hvat David Cameron sigur um áheitanina.