Nú børnini ikki sleppa í barnagarð, er neyðugt, at allir bilførarar ansa væl eftir børnunum.
Tað er áheitanin frá Ráðnum fyri Ferðslutrygd, nú ongi børn verða ansað á stovnum av ymsum slagi í sambandi við verkfallið hjá pedagogunum.
- Nú børnini ikki sleppa í barnagarð, verða tey ansað privat. Veðrið er gott, og sjálvsagt er at fara út at spæla og tískil eru fleiri børn at síggja í gøtunum enn vanligt er.
- Vanligar yrkadagar eru ikki nógv børn úti og spæla í íbúðarøkjum, tí tey allarflestu er á dagstovni.
- Tískil eru børn ikki vanlig gøtumyndini og tí kann vera, at bilførarar ikki ansa eftir, at tey kanska eru fleiri í tali hesar dagarnar, verkfall er.
- Ráðið fyri Ferðslutrygd heitir tí á allar bilførarar at vísa størsta varsemi, tí tað helst eru fleiri børn í gøtunum, enn tað vanliga eru yrkadagar, sigur Brynhild Høgnadóttir, stjóri á ráðnum.