Eftir at Reiðarafelagið hevur sagt seg vera til reiðar at hækka eftirlønina, ynskja fiskimenninir nú at koma aftur til samráðingarborðið.
JAN HØJGAARD - Á RÁS2 KL. 17 Samtak hevur fyri løtu síðani sent fjølmiðlunum avrit av brævi, sum Jan Højgaard, formaður í Fiskimannafelagnum, hevur sent Reiðarafelagnum.
Har vísir formaðurin á, at um tað er rætt, at reiðararnir eru til reiðar at halda fram við sama sáttmála, umframt at eftirlønin verður hækkað, sær felagið onga orsøk til ikki at samráðast aftur.
-Vit hava boðið okkum til at leingja sáttmálan og at leggja eitt sindur afturat pensiónini, segði Viberg Sørensen, formaður í Reiðarafelagnum, við Rás2 í gjár. Og tað er hendan útsøgn, sum eftir øllum at døma hevur togað fiskimenninar aftur til samráðingarborðið.
JAN HØJGAARD, FORMAÐUR Í FISKIMANNAFELAGNUM, ER BEINLEIÐIS Á RÁS2 KLOKKAN 17.