Biðin um at fara úr Chelsea

Shaun Wright-Phillips hevur fingið boð um at finna sær eitt nýtt felag. Roman Abramovich, eigari hjá Chelsea, vil ikki lata felagnum nógvan pening til fleiri leikarakeyp. Hetta hevur fingið José Mourinho at seta kvika vongleikaran til sølu.

Fleiri ensk feløg hava víst sín áhuga í Shaun Wright-Phillips, sum Chelsea fyri tveimum árum síðan keypti fyri heilar 220 mió. kr.

 

Chelsea sigur seg vilja hava 110mió. kr. fyri 24 ára gamla Wright-Phillips, sum eftir eina trilvandi tilveru í Chelsea ikki er fastur maður á enska landsliðnum longur.