Biða um frí fyri Gerrard

Venjarin hjá Liverpool, Rafael Benitez, vónar, at enski landsliðsvenjarin Fabio Capello ikki fer at úttaka Steven Gerrard til komandi landsdyst hjá Onglandi. Gerrard stríðist við skaða í lærkrikanum, og Liverpool-venjarin vónar, at Capello fer at geva Gerrard frí, hóast hann kanska fær spælitíð í dystinum hjá Liverpool í kvøld. - Eg dugi ikki at síggja nakra orsøk til, at ein spælari, sum ikki hevur vant við okkum seinastu 15 dagarnar, verður úttikin til landsliðið, sigur Benitez.