Biða fólk fara av ríðibreytini

Ríðibreytin við Marknagil verður stongd fyri fólki komandi vikurnar

Við einari avgjørdari fráboðan á Facebook hevur Føroya Ríðingarfelag stongt ríðibreytina við Marknagil í Havn fyri fólki. Reiðfólkið skal hava tryggar umstøður at venja til heystkappríðingina, og tí skulu fólk ikki spáka á Rossagøtuni.


- Einki fremmandafólk rennir túr á Tórsvølli, tá fótbóltslandsliðið venur, eingin súkklar á Tórsbreyt, tá frælsur ítróttur venur spjótkast, og eingin gongur túr við hundinum á Sandvíkum, tá Byrsumúli venur. Sjálvandi ikki, tí hetta er bæði órógvandi og í onkrum førum eisini vandamikið, skrivar Føroyar Ríðingarfelag.

 

- Men á ríðibreytini hjá Føroya Ríðingarfelag við Marknagil, verður alt hetta gjørt, eisini meðan reiðfólk venja. Vit unna vanliga væl bæði fólkum, hundum og súklum at ferðast eftir breytini. Men frá nú av og til heystkappríðingin er av, fyrsta vikuskiftið í september, er ríðibreytin, sum felagið sjálvt hevur goldið, og ið liggur á økið, vit gjalda leigu fyri, stongd fyri øðrum enn reiðfólkið. Ikki tí vit ikki vilja hava fólk eftir breytini, men av tí at hetta er beinleiðis vandamikið, bæði fyri ross, reiðfólk og sjálvandi eisini tey, sum fara inn á breytina.

 

- Breytin ið er okkara Tórsvøllur, er væl hegnað av við elhegnið, og vera fólk biðin um at ganga vestanfyri breytina, tað er tí megin, sum Berghestar eru, skrivar Føroya Ríðingarfelag.