Bhutto kendi sínar drápsmenn

Benazir Bhutto visti, hvør skuldi beina fyri henni. Hon dugdi enntá fartelefonnummarið hjá sínum drápsmonnum

Tá Benazir Bhutto vendi aftur til Pakistan seinasta heyst eftir fleiri ár í útlegd, visti hon, at menn ætlaðu at drepa seg, og hon visti enntá, hvørjir drápsmenninir vóru.

 

Tað skrivar hon sjálv í sínum endurminningum, sum hon var liðug at skriva nakrar fáar dagar, áðrenn hon bleiv myrd tann 27. desembur.

 

-Frá einari muslimskari stjórn havi eg fingið nøvnini á drápsmonnunum, og hvat fartelefonnummar teir hava, skrivar Benazir Bhutto í bókini, sum er komin út í dag.