Heilt uttan ávaring gav Beyoncé fríggjadagin 13. desember sína nýggjastu og heilt óvæntaðu útgávu út á iTunes.
Øll løgini vóru givin út í senn, og í sama umfari gav hon út videoløg til allar skeringarnar á útgávuni, hesi videoløg, umframt trý onnur videoløg, fekk man, tá man keypti útgávuna á iTunes.
Tað eru heilt fastar reglur um, hvussu tú gevur eina tónleikaútgávu út, um tú ert eitt stórt pop- ella rokknavn. Tú letur fyrst eitt staklag til útvarpsstøðir, byrjar at marknaðarføra ógvisliga, heldur so eina útgávuveitslu og sendur fløguna á marknaðin ein týsdag. Á hendan hátt kann fløgan selja frá týsdegi til mánadag, tá hittlistin verður kunngjørdur.
Men við nýggju útgávuni hevur Beyoncé brotið reglurnar í so stóran mun, at ein av størstu handilsketunum í USA, Target, noktar at selja útgávuna.
Grundgevingin er, at Beyoncé hevur valt at geva hana út á iTunes fyrst, og at tey tí ikki eru áhugaði í útgávuni. Men hvørki fjepparar ella Beynoncé tykjast at leggja nakað í hetta. Tí útgávan hjá henni selur sum heitt breyð, og er sambært CNN hennara skjótast seljandi útgáva higartil. Aðrar handilsketur, hava heldur ikki smæðst burtur, og hava tikið útgávuna til sín.
Longu eftir trimum døgum lá útgávan nummar eitt á iTunes, við 617.213 seldum eintøkum. Fyrstu dagarnar bar bert til at keypa alla útgávuna, ikki støk løg.
Eftir eina viku á marknaðinum vóru fleiri enn ein millión eintøk av útgávuni seld kring heimin, sambært CNN.
Á Billboard hittlstanum fyri mest seldu útgávur, kom útgávan beint inn á eitt fyrsta pláss.










