Songkvinnan og filmskvinnan Beyoncé hevur arbeitt við síni fjórðu fløgu síðan novembur 2010. Hon hevur ætlanir um, at nýggja fløgan skal koma á marknaðin í samband við hennara heimsrundferð, sum byrjar 26. Juni. Hetta veit gaffa.dk í dag.
Tann 29 ára gamla Beyoncé hevur ikki tørv á stórvegis introduktión. Hennara seinasta fløga ?I Am... Sasha Fierce? hevur selt áleið 6 milliónir eintøk kring heimin, og hevur vunnið 6 Grammy Awards.
Fløgan gjørdist sostatt hin triðja í røðini hjá songkvinnuni, at gerast nummar eitt á amerikanska fløguhitlistanum Billboard 200.