Tina Turner er í roynd og veru farin úr starvi ? tað er átta ár síðani, at hon seinast hevði almenna konsert. Men 68 ára gamla super-omman er nú komin aftur í stórum stíli, skrivar antimusic.com. Hon skal nevniliga syngja duet saman við R&B drotningini Beyoncé Knowles á Grammy heiðranini 8. februar. Tina Turner fór úr starvi í 2000, men spældi til eitt vælgerandi endamál í Londons Natonal History Museum í mai í fjør. Og nú leggur hon altso eitt ordans comeback til rættis saman við Knowles. 26 ára gamla Beyoncé hevur altíð verið fjeppari hjá Tinu Turner og hevur m.a. sungið hennara sang, ?Proud Mary? sum ein fagnað til tónleikaveteranarnir á Kennedy Miðstøðini í 2005, skrivar thevoice.dk.