Amerikanska superstjørnan Beyoncé Knowles kemur í næstum at vitja í Danmark á konsertferð sínari.
10. mai verður fyrrverandi Destiny?s Child-stjørnan at hoyra í høllini í Herning við soul og rhythm ?n? blues-sangum sínum framman fyri 10.000 fólkum.
Á síðuni PRNewswire.com verður sagt frá, at komandi konsertferðin hjá Beyoncé er ársins konsert.
Konsert hennara verður dagin eftir, at eitt annað stórt navn, Jean Michel Jarre, hevur spælt í rundu høllini í Herning fyri 5000 fólkum.